Fimleikakapping við lítlari kapping

Um vikuskifti var Føroyameistarakapping fyri lið í fimleiki, men tað merkist, at Oyggjaleikirnir eru farnir aftur um bak og steðgur hevur verið hjá teimum flestu, tí stigini vóru ikki so øgiliga høg. Somuleiðis høvdu bara fýra av átta kappingum meira enn eitt lið

Føroyameistarar vóru funnir í liðkappingum í fimleiki um vikuskiftið, men í fleiri greinum var tað ikki beinleiðis torført at finna vinnararnar.

Hjá monnum, mansunglingum, dreingjum og kvinnuunglingum var nevniliga bara eitt felag umboðað, so longu áðrenn kappingina var greitt, at Havnar Fimleikafelag var Føroyameistari hjá monnunum, mansunglingum og dreingjum, meðan Støkk áðrenn kappingina átti Føroyameistararnar hjá kvinuunglingum, tí felagið í Eysturoynni hevði somuleiðis einasta liðið.


Kvinnur

Men fara vit til kappingarnar, har kapping var, so kappaðust kvinnurnar tíðliga seinnapartin leygardagin.

Støkk og Havnar Fimleikafelag høvdu hvør sítt lið í kappingini, sum var nærum avgjørd til fyrimuns fyri Støkk, áðrenn seinasta amboðið, gólvið, varð tikið í brúk.

Tá avtornaði hevði Støkk vunnið sær 113,95 stig, meðan Havnar Fimleikafelag hevði 105,30 stig.

Hjá Støkk var tað serliga Kristina Toftegaard, sum eisini vann heiðursmerki á Oyggjaleikum, sum gjørdi størsta takið, og tað var serliga á bitanum og á gólvinum, at hon var eitt vet frammanfyri hinar.

Verður hugt at ymisku amboðunum, so gav lop mestu stigini, meðan forskotna barran, sum ikki hevur verið við so leingi, gav størstu trupulleikarnar. Veikasti luttakarin, sum taldi við megnaði bara at fáa 2,7 stig. Til samanberingar gav lopið hjá Katrini Wardum úr Havnar Fimleikafelag 12,550 stig.


Menn

Hjá monnunum var bara eitt lið, so tað var greitt, at Havnar Fimleikafelag fór at vinna. Eisini er skjótt at leggja til merkis, at bara tveir av luttakarunum á Oyggjaleikum, Rósing Dam og Øssur D. Eiriksfoss, vóru við í kappingini. Hesir báðir fingu umleið dupult so nógv og meira stig enn hinir luttakararnir. Bestur á øllum amboðum, uttan á gólvinum, har hann mátti lúta fyri Øssuri Eiriksfoss, var Rósing Dam.


Yngri konufólk

Kappingin hjá kvinnuunglingum var avgjørd, áðrenn kappingini byrjaði, men hjá gentum og pinkum var størri umboðan. Har luttóku nevniliga Støkk, Havnar Fimleikafelag og Ljósið við liðum í báðum kappingunum.

Hjá gentum var munurin millum besta liðið, Ljósið, og lakasta liðið, Støkk, rættiliga stórur, meðan Havnar Fimleikafelag bert var trý stig aftanfyri Ljósið.

Hjá pinkum var einasta kappingin, har øll feløgini høvdu fullmannaði lið. Tann kappingin var rættiliga jøvn, men endin varð, at Støkk streyk av stað við sigrinum, eitt vet frammanfyri Havnar Fimleikafelag og eitt sindur meira frammanfyri Ljósið.


Yngri mannfólk

Hjá mansunglingum var bara eitt lið, so har var ikki nógv at skriva heim um, men teir tríggir luttakararnir vóru rættiliga javnir í ymisku amboðunum.

Hjá dreingjum var somuleiðis bara eitt lið. Men har var ein fimleikari, sum kláraði seg betri enn hinir. Rani Petersen megnaði nevniliga at vera bestur í øllum amboðum, og tí eisini samanlagt.

Hjá piltum bleiv tað til eina ordiliga kapping. Ljósið hevði nevniliga eisini meldað lið til við fimm luttakarum, men teir kláraðu ikki at standa Havnar Fimleikarfelag kurl og máttu taka til takkar við øðrum og aftasta plássi.