Komandi vikuskifti skulu føroyskir fimleikarar umboða Føroyar á stórari altjóða kapping í amboðsfimleiki. Kappingin, sum verður rópt North European Championship, verður hildin í Nakskov. Roknað verður við, at samlaða talið av luttakarum er um 125, og koma hesi úr Danmark, Finnlandi, Írlandi, Íslandi, Norðurírlandi, Noreg, Skotlandi, Svøríki og altso Føroyum.
Tað er triðja ferðin, at føroyingar taka lut í kappingini. Hinar báðar ferðirnar hava tað verið ávíkavist ein og tveir fimleikarar úr Føroyum, men hesaferð eru tey ikki minni enn seks í tali. Tey eru Anita Knudsen og Marit Magnussen úr Støkk. Marjun Persson, Gutti Harryson, Helgi W. Olsen og Høgni Rúnason Øster úr Havnar Fimleikafelag. Venjari er Henrik B. Bertelsen, sum hevur verið landsliðsvenjari síðani 2001.
Talan er bæði um lið- og einstaklingakapping. Liðkappingin er leygardagin, og samstundis er hendan úttøkukapping til einstaklingakappingina. Hendan verður so hildin sunnudagin. Føroysku luttakararnir eru ikki nóg nógv til at taka lut í liðkappingini, men tey eru kortini ígongd hendan dagin, so tey kunnu vinna sær pláss til kappingarnar sunnudagin.