Fimleikararnir spentu seg út

Í vikuskiftinum var seinasta steypakappingin í amboðsfimleiki á hesum sinni. Kappingin var í fimleikahøllini í Glyvra Skúla, og hesaferð kappaðust fimleikararnir í ringunum og á bitanum.

FIMLEIKUR

Seinastu vikurnar hava steypakappingar í amboðsfimleiki verið á skránni. Tann síðsta kappingin á hesum sinni var leygardagin í fimleikahøllini í Glyvra Skúla; hesaferð var Fimleikafelagið Støkk vertur. Nógv fólk høvdu leitað sær í fimleikahøllina at síggja teir umleið 20 fimleikarar frá Støkk, Havnar Fimleikafelag og Ljósinum kappast.
Eins og til undanfarnu steypakappingarnar, vóru fimleikararnir býttir í fýra bólkar; kvinnur, kvinnuunglingar, menn og mansunglingar. Kvinnurnar og kvinnuunglingarnir kappaðust á bitanum, har javnvág hevur sera stóran týdning; bitin, sum tær íðka á, er ikki meira enn umleið 10 cm breiður. Menninir og mansunglingarnir kappaðust í ringunum, har sera høg krøv verða sett til styrki í ørmunum.
Kappingin gekk væl, og nevndin í Føroya Fimleikasambandi, sum hevur tikið stig til hesar kappingarnar, er sera væl nøgd við úrslitini. Tað vísir seg, at fleiri kappingarnar eru, betri verða fimleikararnir, og skjótari mennast teir.
Næsta avbjóðingin hjá teimum vaksnu amboðsfimleikarunum, t.v.s. kvinnunum og monnunum, er kappingin um norðurlendska meistaraskapin, sum verður í Íslandi í apríl.