Fimm bilar mistu pláturnar

Hetta hevur verið ein stak friðarlig nátt hjá løgregluni.

Tað kemur meira enn so fyri, at onkur nátt fer aftur við, har tað er rættiliga friðarligt hjá løgregluni.

 

Seinasta náttin var ein av hesum.

 

- Her er einki í samdøgurfrágreiðingini, sum hevur almennan áhuga, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Tað einasta, sum løgreglan visti, var, at fimm bilar høvdu mist nummarpláturnar í Tórshavnar kommunu.

 

- Talan oftast um, at vekt-ella tryggingargjøld eru gloymd, umskráseting - ella, at bilurin ikki er møttur til sýn, sigur løgreglan.