Í gjár og í nátt hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna og tað máttu nakrir bilførarar svíða fyri, hóast løgreglan sigur, at sum heild varð støðan góð.
Rættiliga nógvir bilar vórðu steðgaðir, bæði í Havnini, í Eysturoy og norðanfyri, men teir vóru allir tí standi, teir skulu vera í eftir forskriftunum, sigur løgreglan.
Í hesum sambandi legði løgreglan eisini serligan dent á at kanna um bilførarar tosaðu í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu. Men tey siga, at á hesum øki var støðan góð, tí tað var bara ein bilførari, sum varð tikin fyri at tosa í handhildnari fartelefon, og hann fær so bót fyri tað.
Hinvegin varð ein bilførari tikin fyri at koyra við ongum koyrikorti og tað fær hann bót fyri. Hann hevði tikið koyrikortið, men hevði ikki tikið tað lógarkravda skeiðið í at koyra í myrkri.
Tey, sum taka koyrikort skulu eisini taka prógv í at koyra í myrkri, annars hava tey ikki lógligt koyrikort. Tað er eitt skeið, tey verða boðsend at koma til, eftir at tey annars hava tikið koyrikortið. Men tað hevði hesin eini bilførarin ikki møtt upp til og tískil verður hann revsaður sum um at hann koyrdi við ongum koyrikorti.
Tá ið hann so hevur tikið prógvið í myrkakoyring, fær hann lógligt koyrikort og kann aftur koyra bil.
Annars var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning, og tveir bilførarar fingu bæði bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt, annar koyrdi 106 kilometrar um tíman, og hin koyrdi 109.