Fimm bøtur og eitt klipp

Løgreglan hevur kannað ferðsluna í gjár

Í gjár hevur løgreglan verið á ferð, har tey hava kannað ferðsluna. Løgreglan sigur, at tey kannaðu ferðsluna á einum strekki í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50 og úrslitið var, at fimm bilførarar fingu bót fyri at koyra ov skjótt, og ein bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra 78 kilometrar um tíman.

 

Annars hevur løgreglan fingið boð um, at ein parkeraður bilur hevur verið fyri herverki. Í hesum føri hevði onkur tikið nummarplátuna av bilinum, krúllað hana saman og koyrt hana í eitt ruskílat.

 

Í gjárkvøldið varð eisini ringt at boða frá, at eldur var í uppi í Hoyvík. Eldur var komin í eina grýtu í samband við matgerð og sløkkiliðið var sent á staðið. Men húsfólkið fekk eisini leiðbeining í, hvussu eldurin skuldi sløkkjast og tað eydnaðist teimum at sløkkja, áðrenn sløkkiliðið kom fram. Løgreglan sigur, at skaðið stóðst ikki av eldinum.