Fimm bøtur - og tvey klipp

Ein bilførari koyrdi runt við barni, sum sat leyst í bilinum

Í gjár var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna. Hesaferð vóru tey í Søldafirði og á Glyvrum og har vórðu fimm bilførarar tiknir. Tríggir fingu bót fyri at koyra ímillum 51 og 70 kilometrar um tíman í bygdum øki og ein fekk bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman.

 

Men so var tað eisini ein bilførari, sum koyrdi runt við barni undir 15 ár í bilinum - men barnið sat leyst í bilinum, tí bilførarin hevði ikki syrgt fyri, at seta tað í trygdarbelti.

 

Tá ið talan er um barn undir 15 ár, er tað skyldan hjá føraranum at syrgja fyri, at tey eru spent føst eftir forskriftunum. Tað merkir, at tey skulu sita í trygdarbelti – og tey smærru børnini skulu eisini sita í barnastóli, o.s.fr.

 

Tá ið bilførarar ikki syrgja fyri tí, kostar tað teimum 1.500 krónur í bót, umframt eitt klipp í koyrikortið, og tað fekk bilførarin í gjár eisini.

 

Løgreglan tók eisini ein bilførarar fyri at koyra við kenning í nátt. Hetta var í Havn og blóðroynd varð tikin av honum, so nú verður bíðað eftir úrslitinum, áðrenn støða verður tikin til hvat skal henda í málinum.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligr bæði í gjár og í nátt.