Fimm daga leikbann

Á fundi týskvøldið gjørdi kappingarnevndin hjá FSF av, at Erling Fles fær leikbann komandi fimm umførini

Leikbann

Sum vit skrivaðu í týsdagsútgávu okkara, so gjørdist dysturin millum KÍ og Sumba í aðru deild nakað ógvusligur til tíðir. Somikið ógvusligur, at málið uttan iva fór at fáa eftirspæl fyri Erling Fles, sum seint í dystinum ?eftir at hava fingið reyða kortið - tók í annan hjálpardómaran.
Kappingarnevndin hevði fund um málið týsdagin, og eftir hendan stóð fast, at leikarin fær eitt leikbann áljóðandi fimm leikdagar. Hetta merkir, at Erling Fles ikki verður tøkur hjá KÍ fyrr enn til teir báðar seinastu dagarnar. Seks dystir eru eftir at leika í næstbestu deildini, og ein dagur av banninum er longu farin, tá Erling sjálvandi ikki fekk verið við um vikuskiftið, tá KÍ leikti á Toftum.
Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini, sigur um dómin, at teir fyrst og fremst hugdu at, hvørja revsing onnur líknandi mál høvdu fingið. Her hevur revsingin sveiggjað úr fýra og upp í níggju daga leikbann við fýra døgum sum tað seinast nýtta.

Bræv til heimaliðið
Sum skilst úr Klaksvík, so var tað ikki bert útvísta leikaranum, sum rok stóðst av. Leiðarar úr báðum feløgum trinu eisini inn á vøllin, og hetta var eisini nakað, sum kappingarnevndin tók upp á fundinum.
Her verður tó eingin revsing staðfest í fyrsta umfari, men heimaliðið, sum er KÍ, fær í næstum eitt skriv frá kappingarnevndini, har víst verður á, undir hvørjari ábyrgd dystirnir verða avgreiddir. Tað verður ikki sagt, men ivaleyst liggur eisini í brævinum ein hóttan um, at verður talan um líknandi hendingar, so kann hetta fáa avleiðingar.