Í minsta lagi fýra eru dripin og fleiri særd í enn einum syrgiligum skottilburði í USA. Hesaferð var tað í Santa Monica, og sambært ein politiovasta í California er gerningsmaðurin eisini skotin og dripin.
Tann mistonkti var í skottryggum vesti og byrjaði í gjár at skjóta ímóti einum húsum, sum eldur seinni kom í, skrivar tíðindastovan AFP.
Síðani tekk tann mistonkti sambært lokala politiið runt og skjeyt, áðrenn hann endaði við at gera um seg á studentaskúla í Santa Monica.
Óvist er, um tann mistonkti var einsamallur um skjótingina, tí aftaná sást politiið handtaka ein annan mann á staðnum.