Havnar Framburðsfelag hevur havt sín fyrsta uppstillingarfund, og fimm valevni eru komin á listan. Tey eru Annika Olsen, Bjarni Djurholm, Kitty May Ellefsen, Hanus Samró og Jógvan Thomsen.
Soleðis sær til, at Óli Breckmann, sum hevur verið tingmaður síðani 1974 ikki er á listanum. Hugsandi er, at fleiri úr Suðurstreymoy koma á listan, men hetta eru so tey, sum Havnar Framburðsfelag kunnger í kvøld.
Tað var fyrsti uppstillingarfundur, sum var hóskvøldið, og Havnar Framburðsfelag fegnast í tíðindaskrivi um, at formaðurin í ungamannafelagnum hjá flokkinum, Huxa, Hanus Samró, er á listanum. Eisini boðar felagið frá, at 34 ára gamli Jógvan Thomsen úr Hoyvík eisini er nýggjur á listanum.
Annika Olsen varð fyrstu ferð vald á ting í 2008. Bjarni Djurholm varð ikki afturvaldur seinast, men hann er royndur í politikki. Hann var fyrstu ferð á tingi sum varamaður í 1987 og varð valdur í 1994.
Kitty May Ellefesen stilla fyrstu ferð upp til seiansta løgtingsvar í 2008, og hon hevur fleiri verið á tingi sum varafólk.