Fimm føroyingar sjólátnir hetta seinasta árið

Í morgin eru minningarhald fyri teimum kring landið

Í morgin, mikudagin, er allahalgannadagur, har vit minnast teir føroyingar, sum eru sjólátnir hetta seinasta árið.

 

Í hesum sambandi vera minningarhald kring landið og kransar verða lagdir við teir minnisvarðar, sum ymsar bygdir hava reist yvir tey, sum eru farin á sjónum.

 

Fólkakirkjan upplýsir, at síðani allahalgannadag í fjør, eru fimm føroyingar deyðir á sjónum.

 

Teir eru:

Niels Jacob Pauli Thomsen, Sumba, andaðist umborð á útróðrarbátinum Anniku á Norðhavinum tann 20. mars, 66 ára gamal.

Kristian Rasmusson Glyvradal, Haldórsvík, andaðist umborð á Gadus 26. mai, 54 ára gamal.  

Tóri Midjord, Tórshavn, druknaði í Leirvík 19. august, 67 ára gamal.  

Mortan Leo Clothier, Argir, sjólátin í Skopunarfirði 31. august, 71 ára gamal.  

Hákun Elnarson Justinussen, Leirvík, andaðist umborð á Polarhav 22. oktober, 50 ára gamal.