Í morgin, á grækarismessu, verður fyrsta umfar í næstbestu deildini í fótbólti.
Fimm av teimum tíggju feløgunum, sum eru umboðað í deildini, eiga eisini lið í bestu deildini.
Fimm av teimum tíggju feløgunum, sum eru umboðað í deildini, eiga ikki ikki lið í bestu deildini, tí eru tað hesi fimm liðini, sum kappast um at vinna tey bæði fremstu plássini, ið bera uppflyting í bestu deildina við sær.
Tey fimm, sum eisini eru umboðað í bestu deildini, eru KÍ, Víkingur, NSÍ, HB og AB.
Tey fimm, sum ikki eru umboðað í bestu deildini, og sum harvið kappast um uppflyting, eru EB/Streymur, 07Vestur, Giza/Hoyvík, B71 og FC Suðuroy.
Leygardagin sær skráin soleiðis út:
KÍ-07Vestur: Dagfinn Forná kl. 15.00
EB/Streymur-HB: Jan á Líðarenda kl. 13.30
Giza/Hoyvík-Víkingur: Johan Petur Michelsen kl. 15.00
AB-NSÍ: Vinjard Dam kl. 15.00
FC Suðuroy-B71: Bent Tommy Linklett kl. 15.00