Fimm ferðir so nógv børn nú

- Vit hava bæði góð høli, góðar lærarar og góð børn, sigur Petur P. Dahl, skúlastjóri í Hoyvíkar skúla, sum mánaagin hevur 20 ár á baki



Fram til 1976 var Hoyvíkar skúli bara ein evarska lítil skúli. Í gamla skúla vóru tvær skúlastovur, og børnini á Hvítanesi høvdu sínar tvær stovur í skúlanum á Hvítanesi. Fimleik høvdu næmingarnir í studentaskúlanum, har tey eisini høvdu fysikk og kemi, smíð var á Argjum, og tey svumu í Gundadali.

Tá nýggi skúlin kom í 1977, stóð hann at kalla úti í haganum, men byggingin í Hoyvík var við at taka dik á seg.

Fyrsta árið vóru 78 ella 79 børn í skúlanum, og lærararnir vóru fýra. Síðan er bygt og bygt, og næmingatalið í skúlanum er nú komið upp á 333, og lærararnir eru 22.

Hoyvíkar skúli hevur ikki framhaldsdeild. Upprunaliga vóru sjey flokkar í skúlanum, frá 1ø. til 7. flokk, men nú eru tveir av hvørjum, og av einum trimum, so tilsamans eru 15 flokkar í skúlanum.

Tróndur Fuglø teknaði í sínari tíð skúlan. Fyri fimm árum síðan varð skúlin útbygdur til at verða tvær ferðir so stórur sum tá.

- Umstøðurnar hjá okkum eru góðar, men skúlin er fullsettur, so he rúmast ikki fleiri flokkar, sigur Petur P. Dahl, sum hevur starvast á skúlanum øll árini og hevur verið stjóri síðan 1978. Frammanundan var Margreta Næss 1. lærari, sum tað æt, tá skúlin var so lítil.

Av tí at hvør krókur á skúlanum verður brúktur, hevur Hoyvíkar skúli ilt við eisini at húsa Frítíðarskúlanum, soleiðis at báðir skúlar noyðast at brúka somu høli.

Petur P. Dahl sigur, at tað hevur gingist væl á skúlanum øll árini. Tað sigur eitt sindur, at tveir lærarar hava verið har øll árini, og fleiri hava verið í 16-18 ár.

- Eg vil siga, at vit hava bæði góð høli, góðar lærarar og ikki minst góð børn, sigur Peteur P. Dahl.

Mánadagin er 20 ára dagurin hjá Hoyvíkar skúla, og tá fáa øll í skúlanum kakao og bollar.