H1N1
Rógvi Nybo
- Fýra smábørn á Dagstovninum í Maritugøtu eru smittað við svínakrími. Harvið er talið uppi á fimm tilburðum í Føroyum. Tað staðfesti Bjarni á Steig, virkandi landslækni, í gjár.
Talan er um sonin hjá fyrsta smittaða manninum, sum fekk staðfest svínakrímið leygardagin, og trý onnur børn á sama stovni.
Húskini, sum talan er um, eru sett í viðgerð, og hartil er í løtuni illgruni um ein annan tilburð av svínakrími.
Talan er um eina 26 ára gamla kvinnu, sum sat undir liðini á smittaða manninum í flogfarinum á veg til Føroya seinasta týsdag klokkan 14. Svarið av tí kanningini kemur væntandi í dag.
Enn á stig 5
Tilbúgvingin í Føroyum er enn á fimta stigi. Orsøkin til hetta er, at mett verður at tamarhald er á støðuni.
- Vit vita hvør hevur smittað hvønn, og tí eru vit ikki farin úr stig 5 enn, vísir Bjarni á Steig á.
18 fólk vóru kannað, og harav vóru fýra smittað.
Góð ráð
Landslæknin og Heilsumálaráðið boða frá, at sambært vitan um smittuna frá øðrum londum, so fer Influensa A H1N1 í flestu førum at vísa seg sum eina milda krímsjúku, sum hæsar av eftir heilt fáum døgum. Tó er týdningarmikið, at fólk ikki eru líkasæl, men fylgja hesum leiðreglum, um tey hava krímsjúkueyðkenni.
Sjúkueyðkennini eru: Knappliga íkomin sjúka við yvir 38 hitastig Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið - vanliga ilt í hálsi og hosti- og pína í vøddum. Leyst lív koma fyri.
Er ein vorðin sjúkur við hesum sjúkueyðkennum, skal ein vegna smittuvandan í mest møguligan mun verða verandi heima. Ring til egnan kommunulækna ella læknavaktina, um klokkan er farin av 16. Far ikki til lækna uttan at hava avtalað tað frammanundan.
Til endalig greiða er fingin á, um ein er vorðin smittaður, skal ein hava samband við so fá fólk sum til ber.
Føroysku heilsumyndugleikarnir fylgja gongdini neyvt og komandi dagarnar fæst meira at vita um hetta, boða Heilsumálaráðið og Landslæknin frá.