Fimm fólk søgd úr starvi á Elektron

Elektron hevur í dag tillagað bygnaðin, og í hesum sambandi eru fimm fólk søgd úr starvi.

Føroyska KT-fyritøkan Elektron hevur í dag sagt fimm fólkum úr starvi vegnað bygnaðarbroytingar. Hesum boðar fyritøkan frá í tíðindaskrivi í dag.

 

Uppsagnirnar verða gjørdar vegna sparingar, meðan fyritøkan eisini fremur ávísar bygnaðarbroytingar fyri at økja um orkuna hjá fyritøkuni til teir kundabólkar, sum Elektron hevur serførleika til.

 

Uppsagnirnar eru framdar innan leiðslu, fyrisiting og virkisøki, har arbeiðsuppgávur eru horvnar ella umlagdar.

- Vit harmast um at siga dugnalig starvsfólk úr starvi. Men vit meta tað neyðugt at tillaga starvsfólkahópin til tær uppgávur, ið fyritøkan hevur. Tað er umráðandi, at vit skapa avlop til at tryggja, at Elektron mennist, og eisini í framtíðini kann vera álitið hjá okkara kundum, sigur Kjartan Thomassen, stjóri í Elektron.


Eftir niðurskurðin eru 63 starvsfólk á Elektron.