Nú er summar og um vit eru heppin eisini sól og hiti. Tá er nógv stuttligari at vera úti í sólini enn inni í køkinum. Ein salat kemur ofta væl við tílíkar dagar.
Hesar salatirnar eru skjótar at gera, so tær hóska seg væl til teir dagarnar, tá ein ikki tímir at fjala seg inni í køkinum, men heldur vil vera úti í sólini.
Tað góða við eini salat er, at tú kanst so at siga koyra tað í hana, sum tú hevur í køliskápinum, tað verið seg salat, fruktir ella grønmeti.
Í vikuskiftissosialinum hava vit uppskot til summardrykkir, summarsalatir og summardessertir.
Her er eitt av teimum fimm uppskotunum til summarsalat, sum er at finna í Sosialinum. Hesar uppskriftirnar eru allar heintaðar frá norska blogginum trinesmatblogg.no.
Summarsalat við jarðberjum, súrepli, blásoppaosti og saltaðari skinku
Blandingin av søtum jarðberjum, frískum súreplum, góðum blásoppaosti og saltari skinku er ein fragd fyri góman, men hendan salatin er eisini ein fragd fyri eygað.
Til hesa salatina tørvar tær:
100 g av saltaðari skinku
100 g av blandaðari salat
½ reyðleyk
½ bikar av kirsiberjatomatum
½ bikar av jarðberjum
½ súrepli
Blásoppaost
2-3 ss av graskerjakjarnum
4 ss olivinolju
Salt og pipar
Gott breyð, t.d. focaccia
Snerk graskerjakjarnurnar í eini turrari pannu og set til síðis.
Skola og turka salatina. Sker reyðleykin og súrepli í tunnar bátar, deil tomatirnar og jarðberini í tvey og sker ostin í bitar. Blandað reyðleikin, súrepli, tomatir, jarðber, salat, skinku og graskerjakjarnirnar í eina stóra balju. Hell olivinolju og balsamikoedikk yvir og krydra við salti og pipari. Vend salatini varliga nakrar ferðir og stroy síðani ostin út yvir. So er klárt at eta.