Fimm kappast um at verða ársins

Daniel Agger, Jesper Christiansen, Michael Gravgaard, Thomas Kahlenberg og Christian Poulsen eru tey fimm nøvnini, sum kappast um at verða ársins spælari í donskum fótbólti 2006. Sjálv handanin fer fram á stóra DR-show’inum, sum verður 6. januar, men tað stendur so greitt, at tað verður ein av hesum fimm, sum fær heiðurin sum besti danski fótbóltsspælarin í 2006.