Fimm smittað við koronu í gjár

Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Trý teirra fingu staðfest smittuna við komu til Føroya. Ein tilburður er partur av kendari smittuketu, meðan tað ikki er greitt, hvør smittukeldan er hjá tí eina persóninum. 

 

462 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 297.839 kanningar.

 

766 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 755 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Í løtuni eru 10 persónar smittaðir við koronu. a