Fimm kvinnur afturat koma á ting

Um flokkarnir, sum nú samráðast um nýtt landsstýri klára at skipa landsstýri, verður boð eftir fleiri varatingfólkum at taka sæti fyri landsstýrisfólkini.

Um flokkarnir, sum nú samráðast um nýtt landsstýri klára at skipa landsstýri, verður boð eftir fleiri varatingfólkum at taka sæti fyri landsstýrisfólkini.

 

Tí verður boð eftir fimm kvinnum at loysa av á tingi.

 

Hugsandi er at sjey ella átta fólk manna nýggja landsstýrið. Helst trý úr Javnaðarflokkinum, trý úr Tjóðveldi, eitt úr Framsókn og eitt úr Nýggjum Sjálvstýri.

 

Vanligt er, at flokkarnir avtala, at landsstýrisfólkini verða tikin burtur av teimum, sum eru vald.

 

Um so er, so fer Javnaðarflokkurin at senda boð eftir Helenu Dam á Neystabø (198 atkvøður), Jónleif Johannesen (181 atkvøður) og Sjúrði Skaale (178 atkøður) at manna teir tríggjar tingsessirnar, sum verða tøkir, tá Aksel V. Johannesen og tvey onnur tingfólk eru farin í landsstýrið. Men av tí at Javnaðarflokkurin hevur gjørt av, tað fólkatingsumboðið ikki skal sita á tingi, so fer Sjúrður Skaale ikki at taka sæti á tingi. Heldur ikki tann, sum møguliga avloysir Sjúrð Skaale, um hann viðhvørt velur at verða á løgtingi. Tí verða eisini boð eftir Kristiannu Winther Poulsen (157) atkøvður, at taka fast sæti á tingi fyri Javnaðarflokkin.

 

Hjá Tjóðveldi verður á sama hátt boð eftir fýra teimum næstu á listanum, tá trý fólk úr tingmanningini eru farin í landsstýrið og ein í fólkatingið. Tey fýra fólkini verða Bjørt Samuelsen (361 atkvøður), Óluvá Klettskarð (331 atkvøður), Pauli T. Petersen (218 atkvøður) og Ingolf S. Olsen (155 atkvøður).

 

Hjá Framsókn verður tað Ruth Vang (169 atkvøður)

 

So av teimum 40 ella 41 fólkunum, sum verða umboðað í nýggja landsstýrinum og løgtinginum, verða 15 kvinnur:

 

1.     Annika Olsen

2.     Elsebeth M. Gunnleygsdóttur

3.     Sonja Jógvansdóttir

4.     Eyðgunn Samuelsen

5.     Rigmor Dam

6.     Helena Dam á Neystabø

7.     Kristianna Winther Poulsen

8.     Sirið Stenberg

9.     Kristina Háfoss

10.  Annita á Fríðriksmørk

11.  Katrin Kallsberg

12.  Bjørt Samuelsen

13.  Óluvá Klettskarð

14.  Hanna Jensen

15.  Ruth Vang

 

Nakrar av hesum kvinnum verða uttan iva umboðaðar í landsstýrinum – sum kanska fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at hava fulla javnstøðu, fýra kvinnur og fýra menn.