Øssur Hansen hevur ikki spælt í eina rúgvu av dystum, og aftur í gjár sat hann uttanfyri. At hann og nógvir aðrir mangla, heldur hann merkja spælið.
- Vit hava havt nøkulunda teir somu ellivu á vøllinum gjøgnum árið, og vit síggja í dag, at tað ikki koyrir optimalt, nú vit hava fimm leikarar uttanfyri, sigur Øssur Hansen.
Hann harmast somuleiðis, at tað nú ikki ber til á nakran hátt ber til at fáa HB aftur, hóast teir ikki roknaðu við, at HB fór at snáva.
Um restina av kappingarárinum staðfestir Øssur Hansen, at árið er bjargað, um tað eydnast at fáa heiðursmerki.