Fimm línuskip eru undir Íslandi, og helst koma trý teirra heim at landa síðst í vikuni sum kemur. Skipini hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu.
Hini bæði línuskipini, sum eru undir Íslandi, koma neyvan heim at landa í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at bert eitt línuskip í løtuni fiskar undir Føroyum og fær mest av brosmu og longu og so nakað av toski og hýsu.
- Helst kemur línuskipið, sum fiskar undir Føroyum, inn at landa síðst í vikuni sum kemur.
Væntandi fara nøkur línuskip út um vikuskiftið, og væntandi kemur okkurt av teimum smáu línuskipunum eisini inn at landa síðst í vikuni.
Útlitini til útróður eru einki serlig, tí streymurin verður ikki góður í vikuni sum kemur. Hinvegin er væntandi, at veðrið fer at roynast.
- Vit vænta tí nakað av útróðri í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, sum hava gjørt sínar metingarnar fyri vikuna.