Umframt vertirnar úr Brasil, so hava fýra onnur lond vunnið sær atgongumerki til HM endaspælið í Brasil í 2014. Tey eru Japan, Avstralia, Iran og Suðurkorea.
Brasil er við sum vertur fyri kappingini, meðan Japan gjørdist fyrsta landið, sum vann sær pláss í HM endaspælinum 4. juni. Í gjár vunnu so Avstralia, Iran og Suðurkorea eisini rættin til at spæla í HM endaspælinum, tá seinastu dystirnir vóru í bólkaspælinum í undankappingini í Asia.
Avrstralia skuldi vinna á Iraq, men leingu sá einki út. Ikki fyrr enn sjey minuttir fyri tíð kom avgerandi málið. Iran skuldi vinna á Suðurkorea fyri at koma víðari. Tað eydnaðist somuleiðis við einum 1-0 sigri. Saman við hinum úrslitunum gjørdi tað, at Suðurkorea eisini kom víðari.
Usbekistan vann heili 5-1 á Katar, men tað restar eitt mál í at yvirhála Suðurkorea. Usbekistan skal nú spæla móti Jordan um rættin at møta nummar fimm í Suðuramerikansku undankappingini í einum Play-off dysti um at koma til HM endaspælið.