Eddie Mikkelsen úr NSÍ spældi í mesta lagi fimm minuttir ímóti FS Vágum, men tað var nóg mikið fyri hann at gera mál. Runavíkingurin kom inn á vøllin seint í dystinum í Sørvagi, og hann kláraði at skora til 3-2 fyri gestaliðið, sum seinni vísti seg ikki at vera sigursmálið.
Tað kemur fyri viðhvørt, at einum innskiftum leikara krevst ikki nógva tíð fyri at koma á málskjúttaralista.
Meiri sjáldsom var hendingin í Fuglafirði í fjør, tá innskifti gøtumaðurin Hans Pauli Petersen skoraði eitt av fimm málunum í 5-1 sigrinum hjá GÍ á grannunum, ÍF. Hans Pauli spældi eisini einar fimm-seks minuttir í tí dystinum, og hetta var einastu ferð hann var á vøllinum í bestu deildini í 1999!
Í ár er ungi gøtumaðurin við at finna ein fastan sess á GÍ-liðnum, og sunnudagin sítt næsta mál í bestu deildini.
Eisini tað málið, í 2-0 sígrinum á Sumba, kom seint í dystinum, men hesaferð var Hans Pauli Petersen á vøllinum allar 90 minuttir.