Síðani síðsta tingfund, sum var á kyndilsmessu, eru seks nýggj fólk tilnevnd í landsstýrið. Fimm teirra, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Tórbjørn Jacobsen, Helena Dam á Neystabø og Karsten Hansen, eru vald á ting, og mugu tí leggja sæti á tingi frá sær.
Fyri tey møta Páll á Reynatúgvu (330 atkvøður), Heidi Petersen (305 atkvøður) Olga Biskopstø (255 atkvøður), Mikkjal Sørensen (247 atkvøður) og Tordur Niclasen (123 atkvøður). Hesi fimm fara at hava fast sæti á tingi, so leingi hini fólkini eru í landsstýrinum.
Umframt hesi, so fer Aksel Vilhelmson Johannesen at møta á tingi fyri Javnaðarflokkin. Tað er tí, at Gerhard Lognberg er sjúkrameldaður í minsta lagi fram til 24. februar.
Aksel Vilhelmson Johannesen hevur ikki verið uppstillaður áður. Hann fekk 238 persónligar atkvøður. Hann býr í Klaksvík, starvast sum advokatur í Havn og er sonur Vilhelm Johannesen, sum var tingmaður Javnaðarfloksins frá 1980 til 2008.
Sostatt verða bara tvey fólk í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, sum vórðu vald á ting 19. janauar og fýra eykafólk.