Fimm nýggjar Mazda til Hertz

Seinasta hósdag læt Bilasølan í Hoyvík fimm nýggjar bilar til Hertz-bilaleigu.

Talan var um fimm Mazda3 1,6 Touring, fýra sedan og ein hatchback.
 
Síðan 1999 hevur Hertz Føroyar  leigað bilar út í samstarvi við altjóða fyritøkuna Hertz.
 
Uni Danielsen frá Hertz Føroyar sigur, at teir vanliga hava millum 25 og 30 leigubilar, hetta eru bilar av ymiskum sløgum, hvørs miðalaldur er beint omanfyri 1,5 ár. Krøvini frá Hertz er at leigu bilarnir ikki mugu gerast eldri enn 3 ár.
 
Tað eru nógv, ið ynskja at leiga egnan bil, tá hetta gevur góðar møguleikar at ferðast rættiliga frítt í landinum.