Fimm nú – men tørvur á fleiri íbúðum

Tað hevur ikki verið vanligt at byggja lutaíbúðir í Føroyum. Men nú verður av álvara arbeitt við eini slíkari ætlan í Eysturkommunu.

Hesar lutaíbúðirnar, har eigarin keypir ein lut í ein íbúðarbygging, verða í Leirvík, og sum skilst er áhugin so stórur, at tær kunnu gerast fleiri aðra staðni í kommununi.

Tað serstaka er eisini tað, at alt verður gjørt fyri, at møguleiki skal verða hjá øllum fólkum at kunna búgva her. Sambært tekningunum eru íbúðirnar innrættaðar soleiðis, at fólk við breki eisini kunnu búgva her.

Økið við Ranggil, har lutaíbúðirnar koma at liggja, er eitt vakurt øki, sum liggur mitt í bygdini. Í nánd av tí er bæði skúli og eldrasambýli, og stutt til ymisk tilboð í bygdini, so sum bátahylin, havnalagið, viðarlundina og annað.

Fyrireikingarnar eru komnar so mikið langt, at arbeiðið verður bjóðað út í mai og sáttmálarnir væntandi undirskrivaðir fyri summarfrítíðina.

Síðani skuldi gingið skjótt, tí økið til íbúðirnar varð planerað fyri fleiri árum síðani. Pláss verður fyri fimm íbúðum á hesum sinni.

Mynd: Økið til lutaíbúðirnar er planerað - og um stutta tíð verður eftir ætlan farið undir bygging av teimum fyrstu fimm íbúðunum her í Leirvík