Sum in.fo skrivaði fyrr í dag, skutu Zeta arkitektar, ið vunnu hugskotskappingina um miðbýin, upp, at fimm parkeringshús skuldu gerast í miðbýnum. Líkt er til, at fleiri av teimum kunnu gerast veruleiki, tí í kjakuppritinum til heildarætlan fyri miðbýin, eru eisini fimm parkeringshús staðsett.
Í uppritinum stendur, at arbeitt skal vera ímóti at gera fleiri bilhús í miðbýnum, og vísir hon á fimm støð í miðbýnum, har bilhús kunnu verða staðsett. Øll fimm plássini skulu hava beinleiðis atgongd frá innara ringvegnum ella stóra innkoyringarvegnum. Ætlanin er, at tað tí skal vera komandi frá ringvegnum inn í bilhúsi og út aftur á ringvegin. Á hendan hátt skal gjøgnumferðslan beinast úr miðbýnum.
Miðbýarætlanin skjýtur upp, at nýggj bilhús verða bygd á Skálatrøð, á Kongabrúnni, í Tórsgøtu, við Kommunuskúlan og í Bøkjarabrekku. Tað eru nærum somu uppskot, sum Zeta arkitektar. Munurin er, at Zeta skutu upp at byggja eitt bilhús í Jóannesar Paturssonargøtu heldur enn Bøkjarabrekku, og at staðsetingin av bilhúsinum í Tórsgøtu er øðrvísi.
Les eisini So ringt er tað at parkera á Skálatrøð
Miðbýarætlanin skjýtur upp, at bilhúsið á Skálatrøð verður bygt fyrst og síðani bilhúsið á Kongabrúnni. Innkoyringin til bilhúsið á Skálatrøð skal vera av Landavegnum/Gríms Kambangøtu. Ætlanin er at minka um ferðsluna úr Skálatrøð yvir í Vágsbotn.
Eitt bilhús við Kongabrúnna verður mett sum alneyðugt fyri at kunna fullføra ætlanirnar hjá kommununi at lata Havnará upp aftur. Ein liður í tí ætlanini er at gera Mylnugøtu og Áarvegin einsrættaðar fyri ferðslu úr miðbýnum og oman á Kongabrúnna.
Umframt bilhúsini, ætlar kommunan at varðveita p-plássini á Vaglinum, á Glaðsheyggi og í Jóannesar Paturssonargøtu.