Fimm ára garanti upp á Fiat vørubilar

Sum nakað nýtt bjóðar Nordcar nú 5 ára garanti upp á Fiat vørubilar.

– Vit hava havt sera góðar royndir av Fiat Professional seinastu árini, og tí eru vit og Fiat Danmark als ikki bangin fyri at víðka garantiið úr 2 upp í 5 ár, sigur Gordon Rajani, stjóri í Nordcar.

– Vón okkara er sjálvsagt at kundarnir síggja virðið í hesum, og taka væl ímóti hesum. Allir vørubilar frá Fiat, sum verða skrásettir aftaná 1. apríl 2020, fáa nýggja garantiið fyri einki. Kundar, sum hava bilar, ið eru skrásettir seinasu 2 árini, kunnu keypa sær víðkaða garantiið – kostnaðurin avhongur av hvat slag av bili kundin hevur, sigur Hallur Onghamar, søluleiðari hjá Nordcar. Nýggja garantiið er galdandi í 5 ár ella upp til 200.000 km.

– Vit arbeiða støðugt við at betra um tænastuna hjá Nordcar, og í hesum sambandi bjóða vit eisini sera góðar leasingavtalur til vinnukundar. Leasingavtalurnar kunnu gerast við ella uttan servicepakka, so kundin ikki nýtist at hugsa um eykaútreiðslur av verkstaðarvitjanum, sigur Hallur Onghamar.

Kunning um nýggja garantiið upp á Fiat Professional og um leasingprísir upp á vørubilar fæst við at venda sær til Nordcar.