<st1:PersonName w:st="on" ProductID="J?n Tyril"$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$ er ein av stigtakarunum til G! Festivalin og hevur har prógvað, at tað ber til at halda stórar tónleikafestivalar í Føroyum. Hann hevur verið við til at broytt allan tónleikapallin í Føroyum, og mátan føroyingar síggja tónleik. Í nógv ár hevur Jón verið ein av oddamonnunum í tónleikasamtakinum, ið hevur skipað fyri konsertum og útvegað venjingahøli til bólkar í nærumhvøvinum.<BR>Jón hevur óvanliga góð evnir, at fáa tað besta burtur úr tónleikarum og bólkum. Hann hevur lagt lag á hjá bólkum sum Visible Fish og Gestum umframt Clickhaze, har hann eisini var gittarleikari og lagskrivari. Planet.fo hevur biðið Jón um at nevna fimm tær bestu konsertirnar, sum hann hevur verið til.
Tvíbýtt uppliving
Jón sigur, at ein konsert er ein tvíbýtt uppliving, tað eina er tann uppliving og tær kenslur, sum tónleikurin skapar í tær, og hitt er tann sosiali parturin, sum eisini elur ymsar kenslur fram. Ein góð konsert er eitt samskifti millum íblandaðu menniskjuni, har tónleikur onkursvegna er miðilin, sum skapar eina upplivingina. At tú fært gásarhúð, fert at flenna, fært klump í hálsin, fært hug at dansa, hoppa, pikka korn ella klemma fólkini kring teg, at tú avgerð at nú skalt tú broyta verðina ella gerast ein betri persónur, bara tað at undrast og njóta lívið og løtuna meðan tónleikurin ljómar og streymar ígjøgnum øll, sum eru til staðar. Hetta er alt nakað fólk uppliva í teimum løtum, táið ein konsert eydnast til fulnar og tónleikurin gerst meira enn bara ljóð skipað í tíð, tá tónleikurin transenderar tað, sum vísundin kann máta og vitið skilja.
Nærleiki hevur stóran týdning
Jón dámar væl allar tónleikagenrur, og hevur havt nógvar av bestu tónleikaupplivingunum í smáum støðum. Hann sigur, at onkrar av minniligastu tónleikaligu løtunum, sum hava havt stóra ávirkan á hann, hava verið, tá fólk, sum hann kennur væl, hava spælt eitt nýtt lag fyri honum. Ella tá onkur í eini veitslu hevur sungið ein sang ella spælt okkurt á ljóðføri og tílíkt. Intimitetur, nærleiki, trúvirði og álit hava nógv at siga í tónleiki.
Hann dugir ikki at velja út júst hvørjar eru tær bestu 5 konsertirnar hann hevur verið til, men eitt sindur trýstur velir hann nakrar almennar konsertir, sum hava havt serligan týdning fyri hann. Raðfylgjan er tilvildarlig.
Muse á Midtfyns Festival 2002
Í 2002 vóru vit (Clickhaze) og spældu á bæði Roskilde, Midtfyns og Nibe Festivalunum og fingu tískil høvið at hoyra nógvar spennandi konsertir. Nógv tann minniligasta fyri meg av hesum, var Muse á Midtfyns, sum er ein hin besta rokkkonsertin, eg nakrantíð havi verið til. Muse eru inniligir og larmuttir, stórir og lítlir, pussaðir og skitnir, punkuttir og symfoniskir alt í senn. Og so eru teir ein ræðulig orkumaskina á pallinum. Hetta er einasta stóra rokkkonsert, har eg eri farin at tára. Muse megnaðu at røkka út til einstøku lurtararnar hóast støddina, elektronikkin, larmin og fjarstøðuna. Flott.
Holmes Brothers - Børsen, Svendborg 1993
Holmes Brothers havi eg hoyrt tríggjar ferðir. Fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum á Jazzfestivali, eg haldi, tað man hava verið í 91. Síðani hoyrdi eg teir á lítlu barrini Børsen í Svendborg í januar 93 og á Nibe Festival í 2003, tá Gestir vóru og spældu har. Holmes Brothers eru gamlir svartir stabbar, sum spæla ektaðan amerikanskan suðurstats roots tónleik - gospel, blues og soul í eini imponerandi vælvirkandi blanding. Allar konsertirnar við teimum hava verið fantastiskar og upplyftandi, men eg haldi tann á Børsen ber prísin, sikkurt tí at eg sat allar fremst, so tætt at sangarin og gittarleikarin kundi havt smekka gittarin í høvdið á mær fleiri ferð, um hann ikki ansaði sær. Holmes Brothers live er stutt sagt lívsjáttandi og uppbyggjandi.
Kári Sverrisson - Losjan ella Norðurlandahúsið
Eg havi hoyrt Kára nokkso ofta. Fyrstu ferð eg hoyrdi hann, var saman við Enekk í Klingruni í Norðurlandahúsinum, kanska var tað sami Jazzfestivalur, sum eg hoyrdi Holmes Brothers. Har stóð ein ungur maður á pallinum, við eini sannføring og myndugleika, sum eg aldrin hevði sæð í Føroyum fyrr. Mátin hann sang og mátin løgini vóru skrivaði og spæld, eg, ein unglingi úr Gøtu, hevði aldrin hoyrt líknandi. Eg haldi, at tann konsertin broytti mínar uppfatanir av so mongum tingum. Ja, í grundini broytti hon, mátan eg uppfataði meg sjálvan sum menniskja og sum ungan føroying, og harvið broytti hendan konsertin helst alt mítt lív. Kári hevur rakt meg djúpari síðan tá við sínum tónleiki, um enn tað ikki hevur havt so ógvusligar avleiðingar fyri meg persónliga sum fyrstu ferð. Nakrar konsertir við Kára í Losjuni hava t.d. rørt meg til tár, men ikki uppá tann syrgiliga sentimentala mátan, heldur ein sterkan kraftfullan máta onkursvegna.
Salif Keita - Vega
Salif Keita er av kongligari ætt í Vesturafrikanska landinum Mali. Hann er albino, og tað kann vera ein tung lagna at verða hvítur nekari í einum siðbundnum landi sum Mali. Eg kom at kenna tónleikin hjá Salif Keita ígjøgnum gambiska vinmann mín, Malik. Eg fall beinanvegin fyri vøkru og kenslubornu røddini og serligu og lekru melodiunum og rútmunum, sum tónleikurin inniheldur. Eg var so heppin at fáa atgongumerki til eina konsert við Salif í Vega í Keypmannahavn. Tað man uppá fleiri mátar vera bestu tónleikarar, eg nakrantíð havi hoyrt. Halgatrý tað svingaði. Teir vóru úr so ymiskum londum sum Senegal, Mali, Algier, Brasilia og Fraklandi. Salif sjálvur hevði eina so sterka karisma, at eg ræddist hann eina løtu. Hann sang beint ígjøgnum meg, og eg skalv.
Bomfunk MC´s sandurin
Bomfunk MC´s á G! á Sandinum í 2003 umboðar eisini eina stóra løtu fyri meg. Haldi at óluksáliga nógv bleiv prógvað tað løtuna teir spældu. Teir vóru fantastiska góðir tónleikarar og konsertin var framúr góð, men tann symbolski týdningurin av tí, at G! bar til, at vit, nøkur amatør ungfólk høvdu eitt altjóða navn spælandi á einum stórum uttandura palli á sandinum í Syðrugøtu, fer altíð at hava heilt serligan týdning fyri meg, og trúgvi eg eisini fyri føroyskan tónleik sum heild framyvir. Hóast tann løtan verður gloymd, fer hon onkursvegna at verða byrjanin til eitt nýtt kapittul í føroyskari tónleikasøgu, giti eg.