Fimm tons av rognum á marknaðinum

Smá 72 tons vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaði Føroya fyrrapartin, og vórðu tey seld fyri eina millión krónur.

27 tons vóru av toski. Tað mesta var toskur III og IV, og meðalprísurin á teimum støddunum var ávikavist 15,25 og 12,15 krónur fyri kilo.

Hýsu var lítið av í dag. Hinvegin var nakað av hvítingi, og fór tann størsti fyri 8,14 krónur í meðal fyri kilo. 12 tons vóru av havtasku, og tann stóra fór fyri 25,72 krónur í meðal.

Í dag vóru knappliga fimm tons av rognum á Fiskamarknaðinum. Toskarognini fóru fyri 10 krónur kilo, og fyri upsarognini lótu keypararnir seks krónur.