Fimm ættarlið á Skálafjørðinum
Tað er ikki á hvørjum sinni, at tað eru fimm ættarlið í eini familju, men tað kemur meira enn so fyri.
Á hesi myndini síggja vit fimm ættarlið, har tað yngsta er tveir mánaðir ? og tað elsta er 91 ár.
Lítli Aron liggur tryggur í fanginum á oldurommuni, Sannu, sum bæði er klár og byrg. Hon er ættað úr Rytuvík, men hevur búð hjá børnum sínum, síðan maður hennara, Hans, ættaður úr Lamba, doyði fyri seks árum síðan, 88 ára gamal.
Undir liðini á Sannu situr dóttirin, Margit Olsen, sum er 60 ára gomul. Hon er gift við Páll Olsen; tey búgva í Saltnesi.
Aftanfyri Margit stendur dóttirin, Joanita Jacobsen (38), sum býr í Saltangará og er gift Jan Jacobsen, sum er av Strondum. Undir liðini á henni stendur sonurin, Páll (19), sum saman við Heidi N. Jacobsen, eigur lítla Aron.
Aron, Páll og Heidi búgva á Glyvrum.
-v.