Fimm ungar gentur í Havnar kirkju

Leygardagin kl. 11.30 verður matiné í Havnar kirkju, tá bólkurin “Flóð ljóð” fer at spæla.

Í hesum bólki eru fimm ungar gentur, sum spæla á floytu og cello. Genturnar hava allar gingið á musikkskúlum ymsa staðni í Føroyum. Tær eru Sólja Poulsen, Alda Lamhauge, Bjørg Eltør, Mary Frederiksberg og Sólja Hansen.


Fýra tær fyrstu spæla floytu, og tann seinast nevnda spælir cello.


Í mai mánaði fer kvintettin konsertferð til Italia, har tær fara at spæla á festivalinum Allegromosso. Leygardagin verður høvi at hoyra tær spæla skránna, sum skal framførast í Italia.