Hósdagin 2. oktober 2008 klokkan 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs í Müllers Pakkhúsi í Havn. Tilsamans fimm virðirslønir verða handaðar. Hvør teirra er 35.000 krónur.
50 ár eru liðin síðani fyrsta virðislønin varð latin, og heitið var tá Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens. Ein ella tvær virðislønir kundu verða latnar. Í 1972 varð Reglugerðin fyri Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens broytt, soleiðis at onnur virðislønin skuldi vera fyri fagurbókmentir og onnur fyri yrkisbókmentir.
Síðani 1985 hava tríggjar virðislønir verið latnar fyri ávíkavist fagurbókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik. Allar tríggjar verða latnar í ár.
Í 1996 samtykti Tórshavnar kommuna at heitið skuldi verða Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens.
Í nevndini fyri Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens eru fimm limir. Teir verða valdir fjórða hvørt ár, tá ið nýtt býráð er valt og skipað. Kommunan velur tríggjar limir, Fróðskaparsetrið ein og Rithøvundafelagið ein.
Í nevndini sita Rigmor Dam, Erling Isholm og Jákup Jacobsen fyri Tórshavnar kommunu, Turið Sigurðardóttir fyri Fróðskaparsetrið og Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið. Eingin formaður er í nevndini. Fastur skrivari er býarbókavørðurin í Havn, Anna Brimnes, skrivar torshavn.fo