Fimta endaspælsfinalan millum Danmark og Frakland síðani 2011

Frakland hevur vunnið tríggjar av fýra endaspælsfinalum móti Danmark higartil

Hondbóltshugaði kring allan heimin gleða seg til stórfundin, HM-finaluna millum Danmark og Frakland í Tele-2 høllini í Stokkhólmi í kvøld klokkan 20.

 

Hetta er fimtu ferð síðani 2011, at Danmark og Frakland møtast í einari finalu í einum endaspæli í manshondbólti.

 

Hyggja vit eftir tí hagfrøðisliga er tað Frakland, ið hevur fyrimunin. Frakland hevur vunnið tríggjar av fýra finalum higartil.

 

Tá Danmark og Frakland møttust í HM-finaluni í Malmö í 2011 vann Frakland 37-35 aftaná longda leiktíð.

 

Tá Danmark og Frakland aftur møttust í einari finalu, so var tað í EM-finaluni í Boxen í Herning 26. januar í 2014. Talan gjørdist um eitt svíðandi tap hjá heimaliðnum. Frakland vann ein greiðan 41-32 sigur í finaluni.

 

21. august í 2016 hittust liðini í olympisku finaluni í Rio de Janeiro í Brasil. Tá brast loksins fyri nev hjá Danmark, ið vann olympisku finaluna 28-26. Íslendski Guðmundur Guðmundsson var venjari hjá Danmark tá, og hann er higartil einasti venjari, ið hevur ført Danmark til olympiskt gull í manshondbólti. 

 

Í olympisku finaluni í Tokyo 7. august í 2021 fekk Frakland hevnd. Tá vann Frakland olympisku finaluna 25-23.

 

Í kvøld fáa vit so at síggja um Frakland vinnur sín fjórða finalusigur á Danmark, ella um Danmark á øðrum sinni sigrar á Fraklandi í einari finalu í einum endaspæli í manshondbólti.