Tá íslendski landsliðsvenjarin hjá norska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Þórir Hergeirsson gjørdist norskur landsliðsvenjari aftaná Marit Breivik í 2009 hevði hann nógv at liva upp til.
Men Þórir Hergeirsson hevur livað væl og virðiliga upp til avrikini hjá undangongukvinnuni, Marit Breivik. Þórir Hergeirsson hevur staðið á odda fyri norska kvinnulandsliðnum til átta endaspøl, og ótrúliga úrtøkan er fimm gullheiðursmerki, eitt silvurheiðursmerki, eitt bronsuheiðursmerki, og so líka eitt fimta pláss, sum tann einasta "kiksaran".
Áðrenn Þórir Hergeirsson gjørdist norskur landsliðsvenjari vandi hann Elverum, Gjerpen og Nærbø í norsku hondbóltsliguni. Norðmenn hava tikið Þórir Hergeirsson til sín, og áðrenn HM-finaluna í dag stemmaði hann í norska tjóðsangin saman við liði sínum. Sama gjørdi hann aftaná hansara leikarar høvdu fingið steyp og gullheiðursmerki handaði. Dóttir Þórir Hergeirsson, Maria Þórisdóttir spælir við norska kvinnulandsliðnum í fótbólti. Hon hevur higartil spælt átta landsdystir.
Avrikini hjá Þóri Hergeirssyni við norska kvinnulandsliðnum í hondbólti higartil :
- HM í hondbólti :
- 2009: Bronsa
- 2011: Gull
- 2013: 5. pláss
- 2015: Gull
- EM í hondbólti :
- 2010: Gull
- 2012: Silvur
- 2014: Gull
- Olympisku leikirnir :
- 2012: Gull