Fimta Ozon er nú komið

Næmingar á Miðnámsskúlanum í Suðuroy hava staðið fyri føroyska partinum av blaðnum hesaferð. Ozon kemur út tær ferðir árliga og samskifta ungdómar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi um internetið

Ozon kallast norðurlendska ungdómsblaðið.

Hetta er eitt blað, sum verður framleitt av ungdómi til ungdóm í Norðurlondum. Samstarvið, sum fevnir um samskifti innan kunningartøkni, verður fíggjað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og norðurlendsku stovnunum í útnorði, og blaðið er ókeypis.

Blaðið kemur út tvær ferðir um árið, og málið er danskt.

Hetta eintakið av Ozon er tað fimta í røðini, og hevur tað verið Rani Nolsøe, sum hevur verð projektleiðari. Hann er nú farin í annað starv í Klaksvík, og hevur Laufey Haraldson nú tikið við sum projektleiðari.

Tað eru næmingarnir á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, sum hesaferð hava staðið fyri føroysku framleiðsluni av blaðnum, sum er gjørt á mediaverkstðnum í Norðurlandahúsinum. Har eru fimm teldur og øll nútímans útgerð innan kunningartøkni til taks, og verður samskift við ungdómar í Íslandi og Grønlandi um internetið.