Tað er javnt millum venjararnar hjá Liverpool og Manchester United í teimum søguligu hagtølunum.
Tá mest sigursvandu liðini í Onglandi, Liverpool og Manchester United fara á vøllin í morgin verður tað fimtu ferð, at Liverpool venjarin, Jürgen Klopp og Manchester United venjarin, Louis van Gaal møtast.
Og teir báðir Klopp og Van Gaal hava vunnið tvær ferðir á hvørjum øðrum. Teir møttust fýra ferðir í bundesliguni, árini 2009 til 2011, tá Klopp var høvuðsvenjari hjá Borussia Dortmund, og van Gaal var høvuðsvenjari hjá Bayern München. Fyrra kappingarárið vann van Gaal báðar dystirnar, og seinna kappingarárið vann Klopp báðar dystirnar.
Uppgerðirnar millum Jürgen Klopp og Louis van Gaal higartil :
12. september 2009:
Dortmund 1-5 Bayern
13. februar 2010:
Bayern 3-1 Dortmund
3. oktober 2010:
Dortmund 2-0 Bayern
26. februar 2011:
Bayern 1-3 Dortmund