Fimtanhundrað fáa endurgjald frá Føroya Tele

Brekið á avrokningarskipanini hjá Føroya Tele hevur havt við sær, at ellivu túsund og fimmhundrað telefonsamrøður eru skeivt avroknaðar. Í øllum hesum førum hava telefonfelagarnir goldið ov nógv, og teir fáa nú peningin afturgoldnan

Umleið 1500 fólk kunnu gleða seg til at fáa pengar frá Føroya Tele í næstum.

Eftir at Sosialurin týsdagin gjørdi vart við, at brek var á avrokningarskipanini, hevur Føroya Tele arbeitt nátt og dag fyri at kanna, hvat var galið og hvussu nógvar pengar talan var um, at telefyritøkan hevði tikið ov nógv fyri telefonsamrøður.

Í gjár kom Føroya Tele so endiliga við einari frágreiðing um málið, har tað millum annað kemur fram, at fólk í fyritøkuni hava vitað um brekið síðan mars mánað í ár.

Ikki fyrr enn síðst í mei mánaði varð brekið rættað, og hóast tað, er fyritøkan ongantíð farin út til viðskiftafólk síni at greiða frá brekinum. Hetta hóast tað allatíðina hevur verið greitt, at brekið hevur havt við sær, at telefonfelagar hava goldið meira enn teir áttu at goldið.


Felagar máttu sjálvir stíga fram

Tað eru sostatt bert teir telefonfelagar, ið sjálvir hava fingið illgruna um brekið og síðan hava vent sær til Føroya Tele, sum hava fingið endurgjald fyri tað, teir hava goldið ov nógv.

Teir telefonfelagarnir, ið ikki sjálvir hava gjørt vart við seg, hava ikki fingið endurgjald, og høvdu allarhelst ongantíð fingið tað, um ikki málið kom fram í fjølmiðlunum.

Talan er tilsamans um einar 1.500 telefonfelagar, ið hava goldið ov stóra rokning, og samanlagt er ov nógv innkravda upphæddin einar hálvtannaðhundrað túsund krónur.


Ikki ætlanin at tiga burtur

Sambært stjóranum á Føroya Tele, Andras Róin, hevur tað ongantíð verið ætlanin hjá fyritøkuni at tiga feilin burtur fyri viðskiftafólkunum.

Stjórin á Føroya Tele vil vera við, at orsøkin til at málið um brekið á avrokningarskipanini ikki er komið fram er, at hann sjálvur ikki hoyrdi um brekið, fyrr enn Sosialurin setti seg í samband við hann mánadagin.

? Vit kenna nú feilin, hann er blivin rættaður, men tað óhepna er okkara handfaring av málinum, viðgongur Andras Róin.

? Tey, ið hava funnið brekið, hava ikki hildið tað verið vert at greitt leiðsluni frá tí, og tað er har, at tann stóri feilurin liggur. Tí aldantíð at vit finna ein systematiskan feil á avrokningarskipanini, so eiga allar alarmklokkur at fara í gongd, og leiðslan eigur at verða kunnað beinanvegin, sigur Andras Róin.


Nú verður ruddað upp

Tað er við øðrum orðum internir trupulleikar av onkrum slag, ið hava havt við sær, at málið er blivið so eymt, sum tað gjørdist, og hesar ætlar Andras Róin nú at fáa upp á pláss.

? Her skal heilt víst nakað av upprudding til í organisatiónini, sigur stjórin á Føroya Tele avgjørdur.

Brekið á avrokningarskipanini, ið hevði við sær, at uppringingar til føroyskar GSM fartelefonir uttanlands í fleiri førum gjørdust ovurdýrar, byrjaði sambært Føroya Tele 26. oktober mánaði í fjør, tá umleggingar fóru fram í GSM skipanini.

Fyrstu ferð telefyritøkan gjørdist varug við trupulleikan var í mars mánaði í ár.

31. mei varð brekið so endiliga rættað, og síðan tá hevur avrokningin virkað sum hon skal.

Men stjórnin í Føroya Tele bleiv eftir øllum at døma ongantíð kunnað um brekið, og tað hevði við sær, at viðskiftafólkini hjá Føroya Tele ikki vórðu kunnað um at tey høvdu goldið ov nógv.

Spurningurin er so hví hetta hendi, og tann spurningin roynir fyritøkan nú at fáa svar uppá innanhýsis.in av bara trimum verjuspælarum. Alíkavæl var hann ? serliga í 2. hálvleiki ? við í nógvum álopsroyndum. Og tað var júst Jan Heintze, sum var upphavið til fyrra málið. Eftir innkast potaði hann snilt millum beinini á Allani Mørkøre og smeyg sær frá Sámali Joensen, og undir málinum var tjóðrið hjá Hans Fróða Hansen á Ebbe Sand toygnað so mikið, at Schalke 04 maðurin kundi stútað í netið.

Tá var seinna umfarið tíggju minuttir gamalt, og inntil miðskeiðis í seinna umfarinum vóru danir oftast eitt vet frammanfyri føroyingarnar, sum hingu eitt sindur við høvdinum. Hetta hevði fleiri fríspørk dygst uttanvert brotsteigin við sær, og tað var eftir eitt sovorðið, at danir øktu um leiðsluna.


Føroysku møguleikarnir

Føroyingar fingu einki mál, men føroyska liðið hevði møguleikarnar, sum teir fáa hvørja ferð, og tað var serliga hugaligt at staðfesta, at hesa ferð vóru møguleikarnir eisini nógvir í 2. hálvleiki.

Føroyingar fingu nógv honraspørk, og yvirvágin í luftspælinum hevði við sær, at tey alla tíðina kendust at vera vandamikil.

Øssur Hansen hevði í 1. hálvleiki eitt fínt fríspark, sum Peter Schmeichel meistarliga niðri við stólparótina fekk bent til horna.

Uni Arge var óheppin, tá hann fluktaði, og hann var fullvísur í, at tað var brotsspark, tá Julian Johnsson hevði stútað hann leysan. John Petersen lobbaði genialt til Toda Jónsson, sum fekk bóltin innum Peter Schmeichel, áðrenn hann varð bendur til horna, og síðstu løtuna megnaði Kurt Mørkøre í brotsteiginum at stúta diagonalbólt úr vinstru og tvørturum til Toda Jónsson. Todi var akkurát ov stuttur, og harvið var staðfest, at málið, sum Allan Mørkøre skoraði í Ítróttarparkini 10. oktober í 1990, er tað einasta, sum føroyingar hava fingið ígjøgnum hjá Peter Schmeichel.

Tað er spell, tí føroyingar høvdu betri uppiborið. Troystin liggur í, at avrikið hesa ferð boðaði frá, at Slovenia fer at fáa stóra mótstøðu, tá teir um tvær vikur koma henda vegin. At føroyingar eisini í komandi undankapping fara at fáa stig er ivaleyst. Og fyrsti sigurin á heimavølli móti einari av stóru tjóðunum er ikki langt burtur.


Føroyar?Danmark 0?2 (0?0)

Á Tórsvølli í Tórshavn mikudagin 16. august 2000, kl. 18.45

6.478 áskoðarar

Dómaratrio úr Noregi: Jon Skjervold, Geir Åge Holen og Roe Vidar Lien

4. dómari: Lassin Isakssen

0?1: Ebbe Sand 55.

0?2: Brian Steen Nielsen 58.

Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, Herfølge (16. Jens Martin Knudsen, Leiftur 46.) ? 5. Hans Fróði Hansen, Sogndal IL, 2. Óli Johannesen, AGF, 3. Jens Kristian Hansen, liðformaður, B36 ? 9. Allan Mørkøre, HB (12. Henning Jarnskor, GÍ, 74.), 6. Sámal Joensen, Leiftur (17. Fróði Benjaminsen, B68, 72.), 11. John Petersen, Leiftur (18. Rógvi Jacobsen, KÍ, 83.), 8. Julian Johnsson, Sogndal IL, 4. Øssur Hansen, B68 ? 7. Uni Arge, ÍA Akranes (15. Kurt Mørkøre, Sogndal IL, 72.), Todi Jónssson, FCK


Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóhannes Joensen, HB og Jan C. Dam, B68


Gult kort: Allan Mørkøre 50.


Venjari: Allan Simonsen

Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen

Liðleiðari: Heðin Askham

Lækni: Jens Pauli Marstein

Fysioterapeutur: Álvur Hansen

Hjálparmaður: Rúni Mohr


Danmark: 1. Peter Schmeichel, liðformaður, Sporting Lissabon ? 6. Thomas Helveg Milan (12. Steven Lustü, Herfølge, 82.), 3. René Henriksen, Panathinaikos, 5. Jan Heintze, PSV Eindhoven ? 2. Bjarne Goldbæk, Fulham (15. Allan Nielsen, Watford, 46.), 4. Thomas Gravesen, Everton (13. Per Frandsen, Bolton, 70.), 7. Brian Steen Nielsen, AB, 8. Claus Jensen, Charlton ? 10. Dennis Rommedal, PSV Eindhonven (17. Morten Bisgaard, Udinese, 82.), 9. Jon Dahl Tomassson, Feyenoord (14. Michael Johansen, AB, 46.), 11. Ebbe Sand, Schalke 04 (18. Henrik Pedersen, Silkeborg, 70.)


Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jesper Christiansen, OB


Gult kort: Per Frandsen 77.


Venjari: Morten Olsen

Hjálparvenjari: Michael Laudrup

Málmansvenjari: Jørgen Henriksen

Lækni Mogens Kreuztfeldt

Fysioterapeutur: Kim Kristensen

Massørur: Allan Poulsen