Aftur í ár er stór undirtøka fyri bindifestivalinum, sum byrjaði í Fuglafirði í gjárkvøldið, tá ið festivalurin varð settur. Kvinnur úr Føroyum, Danmark, Norra, Sveis, USA, Íslandi og Onglandi hugna sær í Fuglafirði í hesum døgum.
- Tað eru um 200 til 300 luttakarar í ár, og tað er á leið tað sama sum í fjør. Eg vænti, at tað fer at liggja um tað sama, tá ið leygardagurin er farin. Tað ber jú enn til at keypa atgongumerki, sigur Steintóra Nesá, ið ein av fyriskiparunum til bindifestivalin í Fuglafirði.
Steintóra hevur verið við til at fyrireika bindifestivalin øll árini. Í ár hevur hon fyrireikað saman við Sólgerð M. Joensen og Marna Kruse.
##med2##
43 verkstovur
— Vit hava verið í gongd at fyrireikað í umleið sjey mánaðir, frá september í fjør, sigur Sólgerð.
— Tað er fyriskipan frá degi eitt. Tiltakið er stórt og krevur sera nógv. Tað eru um 30 fyrilestrahaldarar og undirvísarar og 43 verkstovur. Vit lána privatar stovur hjá fólki og onnur høli í býnum at hýsa hesum ymisku tiltøkunum, sigur Steintóra.
—Vit hava eisini seks gongutúrar við ferðaleiðarum á, og teir eru sera væl umtóktir. Okkara trupulleiki í ár er, at vit komu so tætt upp undir páskir, og nógv fáa gestir ella eru burturstødd, og tað gjørdi, at vit máttu ringja einar tríggjar ferðir so nógv runt, sum vit annars høvdu gjørt, áðrenn alt kom upp á pláss, sigur Steintóra.
##med3##
Tiltøk eru í Mentanarhúsinum, gamla Eik banka, í Ribarhús, í sjóstovuni Unika, í bókasavninum, í Høvdahúsinum og nógva aðrastaðni.
Fyrireikararnir skipa eisini fyri hýsing til nakrar av luttakarunum. Onnur orðna tað sjálvi. Teir flestu gestirnir búgva í Fuglafirði hesar dagarnar, tí festivalurin byrjar kl. 8 um morgunin og endar vanliga ikki fyrr enn klokkan 23 á kvøldi.
— Konseptið á bindifestivalinum er tað sama sum hini árini, men tað er ongantíð tann sami bindifestivalurin. Nøkur fólk ganga aftur, men tað eru eisini fleiri, ið ikki hava verið við áður, sigur Steintóra.
##med4##
Hugnin dregur útlendingarnar
Orsøkirnar eru ymiskar, hví fólk koma á bindifestival.
— Tað var tann føroyska daman, ið búði í Danmark, sum fekk vinkonuna í Havn við sær á bindifestivalin. Vit kenna fleiri dømi, at tað er her, vinkonurnar hittast. Nakrar hittast her á bindifestivali eftir 40 ella 50 ár. Ella tað eru systrar, ið búgva í útlandinum, sum koma heim til Føroyar at hittast her á bindifestivalinum, sigur Steintóra.
##med5##
— Tað var bindifestivalurin, ið fekk tann eina bólkin úr Amerika at koma til Føroya. Tey koma fyrst á bindifestival, og fara so til Æðuvíkar aftaná. Men tað er bindifestivalurin, ið dregur. Tað er tó ikki soleiðis, at øll binda. Tað er meira hugnin við bindifestivalinum, ið dregur, sigur Steintóra Nesá.
Bindifestivalurin endar leygarkvøldið.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##