Fimti hvør bilur var elbilur

Nú eru 53 færri bilar í Føroyum við útsoyti, enn tað vóru á nýggjárinum

 

Mars mánaði er farin afturum, og tølini síggja soleiðis út. 

Higartil í ár eru skrásettir 70 nýggir elpersónbilar. Og bara í marsmánaði vórðu skrásettir 46 elpersónbilar. Tað eru 20 prosent av øllum persónbilum sum vórðu skrásettir hendan mánaðin. Tað skrivar facebooksíðan »El-Bilar í Føroyum«

Tilsamans í ár eru nú 70 elpersónbilar sum eru 20 prosent av teimum skrásettu bilunum í marsmánaði. 

Elbilar eru nú 4,24 prosent av øllum persónbilunum í Føroyum.

Samlaði persónbilaflotin er vaksin við 17 bilum í ár, hevur síðan »El-Bilar í Føroyum« roknað út. Soleiðis eru nú 53 færri bilar við útstoyti í Føroyum enn við ársbyrjan.

Harumframt eru skrásettir 8 elvøruvognar í ár, og er tað 47 prosent av av teimum 17 vøruvognunum, sum eru skrásettir í ár.

Fyri hinar bólkarnar er munurin á bilum á vegnum nú í mun til undanfarna mánað hesin:

Bensin: -7 

Diesel: -34

Bensin HEV: +117

Bensin PHEV: +1

Diesel HEV: +3

 

##med2##