Fimti hvør happar

Fimti hvør fólkaskúlanæmingur er við til at happa floksfelagarnar hjá sær.

Í kjalarvørrinum av trivnaðarkanning í Føroyum, tekur Lærarafelagið fram líknandi kanning frá 2012. Har kom fram, at 19 prosent av teimum spurdu viðgingu, at tey høvdu verið við til at happa ein floksfelaga ella einstakling. 

 

Lærarafelagið kagar í dag í úrslitini frá kanningini 'Ungfólk í Føroyum', sum varð gjørd í 2012. Kanningin gevur sostatt upplýsingar um tey ungu, sum vórðu í 9. flokki í skúlaárinum 2011-2012.

 

Úrslitini søgdu, at 97 ung – ella 19 prosent av teimum spurdu – hava verið við í bólki, sum hevur happað einstakling, seinastu 12 mánaðarnir. 22 ung viðgingu at hava happa einstakling í minsta lagi tríggjar ferðir í sama tíðarskeiði, og 28 ung viðgingu at hava verið við í bólki, sum beinleiðis skaddi einstakling, skrivar Lærarafelagið. 

 

Tølini tosa eisini somu søk, tá ið tað kemur til tey, sum vóru fyri happing í hesum tíðarskeiðinum. 25 ung søgdu seg hava verið happað fleiri enn ta einu ferðina av einum heilum bólki. 24 ung – fimm prosent av teimum ungu - søgdu, at tey høvdu upplivað, at ein heilur bólkur leyp á og beinleiðis meiddi tey.

 

19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku, og fevndi kanningin um øll, sum eru fødd í 1996. Undirtøkan varð eisini mett at vera nóg góð til at góðtaka kanningina, við 76,1 prosents luttøku.
 

Í november í ár var trivnaður og happing kannað í 5., 7. og 9. flokki kring landið. Úrslitið verður væntast tøkt komandi vár.