Fylgisveinasendararnir, ið vóru festir á fimm hvalir í Fuglafirði 23. august, vakna kl. 7. Nakað seinni sæst umvegis alnetið, hvar hvalirnir hava svomið tað seinasta døgnið. Á middegi sløkna sendararnir so aftur. Á tann hátt verður spart upp á battaríini, fyri at fáa sendararnir at vara sum longst, vónandi tað mesta av einum ári, siga tey av Náttúrugripasavninum.
Hetta er fimtu ferð, at grindahvalir svimja út av føroyskum firðum við sendarum á hornunum. Endamálið er at kanna ferðingarmynstur og staðfesta, hvussu víða útbreiðslu grindahvalirnir við Føroyar hava. Út frá tí verður mett, hvussu stóran part av tí samlaða stovninum í Norðurhøvum føroyingar veiða. Hetta er týdningarmikil vitan í sambandi við spurningin, um grindaveiðan er burðardygg.
– Náttúrugripasavnið takkar fyri alla hjálp og vælvild í sambandi við merkingina. Tað fer at bera til at fylgja við ferðingini hjá merktu hvalunum á www.savn.fo.