Í dag verða semifinalurnar í Champions League-kappingini hjá monnum í hondbólti spældar í týska býnum Køln. Tey fýra liðini, sum eru komin í Final Four, eru týsku liðini THW Kiel og Füchse Berlin, spanska liðið Atlético Madrid og danska meistaraliðið AG København.
Liðini hittast soleiðis, at tey bæði týsku liðini spæla ímóti hvør øðrum, og hin semifinalan er so millum Atlético Madrid og AG København. Fyri íslendska AGK-spælaran Ólaf Stefánsson (myndin) verður hetta ein sermerktur dystur, tí í seks ár spældi hann við Ciudad Real, sum nú eitur Alético Madrid.
Hondbóltseygleiðarar eru yvirhøvur á einum máli um, at THW Kiel er tað sterkasta liðið av teimum fýra, og at liðið uttan iva fær annað plássið í finaluni. Hinvegin er størri ivi um, hvørt tað verður Atlético Madrid ella AG København, sum verður hitt finaluliðið. Hildið verður, at tey bæði liðini eru á leið líka sterk.
Finalan í CL-hondbólti fyri menn verður í morgin. Hon verður eisini í Køln.