Finala um niðurflytingina

Heiðurskrýndu TB og KÍ fara í dag innanhýsis at gera av, hvat av hesum feløgunum skal vera besta boðið upp á beinleiðis niðurflytingarplássið

Tað er einki sum eitur. Tann parturin, sum seinnapartin í dag fer við ongum av Sevmýri verður fremsta evnið til beinleiðis niðurflyting. Tá verður fjarstøðan fram til næstaftastu brík trý stig. Talan er sostatt um óvuliga týdningarmikla roynd hjá bæði TB og KÍ, sum fyrr í ár hava spælt tvær ferðir.
 Tvørámenn hava undan síðsta triðinginum av kappingini styrkt seg við serbiskum álopsspælara. Hann var fyrstu ferð við móti ÍF. Talan er um 27 ára gamla Dejan Tonic, sum Milan Milanovic, TB venjarin, hevur verið venjari hjá í tveimum feløgum í bestu serbisku deildini.
 Aca Petrovic, stinni miðverjin, var leikbannaður móti ÍF. Hann er tøkur aftur móti KÍ.
 Kurt Mørkøre vandi hóskvøldið fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum saman við liðfeløgunum í Klaksvík. Úr Klaksvík frættist, at hann var sær sjálvum líkum sum íblásari og málskjútti, og góðar keldur vilja vera við, at hann tóktist vera væl fyri.
 Avbjóðingin á Tvøroyri verður tann fyrsta hjá KÍ, síðani at Atli Danielsen fór til Noregs. Tí er neyðugt at umskipa miðvøllin. Tað er eisini neyðugt at umskipa miðverjuna. Niclas Niclasen endaði eftir dystin í Runavík á Landssjúkrahúsinum. Har varð staðfest, at eitt bein í pannuni er brotið. Niclas er sjúkrameldaður, og hann verður ikki við KÍ nógvu tær næstu ferðirnar.
 Takið hjá Oddbjørn Joensen er at skrúva liðið rætt saman. Tað er sannlíkt, at Ovi Nysted, sum seinast var á beinkinum, verður settur í miðverjuna. Hann var hálvskaddur fyri viku síðani.
 TB og KÍ hava tikist tvær ferðir fyrr í ár. Á Sevmýri endaði tað málleyst í sjeynda umfarinum, ið var á skránni 8. mai. Í tíggjunda umfarinum 22. mai vann KÍ 6-1 á TB í Klaksvík. Síðani tá hevur tað ikki eydnast KÍ í átta dystum at fáa fult.
 Síðsti TB sigurin var 16. mai, tá ið teir á heimavølli í 9. umfarinum vunnu 3-0 á GÍ.