Í kvøld skal vinnarin av tónleikakappingini Sement finnast. Eftir tríggjar innleiðandi kappingar er klárt til finaluna, sum verður í Perluni í Havn í kvøld. Sement tónleikakappingin er fyri nýggjar bólkar og einstaklingar. Kappingin verður hildin í Perluni í Havn, og í kvøld kl. 20.00 verður finalan í kappingini.
Tey, sum ikki hava møguleika at fara í Perluna, kunnu fylgja finaluni umvegis internetið.
Heimasíðan roddin.fo sendir finaluna beinleiðis.