Finalistarnir møtast í hálvfinaluni

Champions League: Fyrsta hálvfinalan í Champions League kappingini í ár, er endurtøka av finaluni frá í fjør

Í kvøld verður fyrsta hálvfinalan av Champions League kappingini í ár spæld. Samanlagt fýra lið eru komin til hálvfinalurnar, sum eru tey fýra, Real Madrid, Atletico Madrid, Juventus og Monaco.

 

Dysturin í kvøld er ein grannauppgerð í Madrid, og er endurtøka frá Champions League finaluni farna kappingarár, umframt Champions League finaluni í 2014. Talan er um dyst millum tey bæði Real Madrid og Atletico Madrid, sum teljast millum tey bestu feløgini í heiminum í løtuni.

 

Tá hugsað verður um fótbóltsstíl, er stórur munur á teimum báðum sponsku grannunum. Meðan Real Madrid roynir at leggja størri dent á flótandi og undirhaldandi fótbóltsspæl, eru eyðkennini fyri Atletico Madrid nøkur heilt onnur. Atletico Madrid er framúr væl skipað undir leiðslu av argentinska, Diego Simeone, og eru serstakliga vandamiklir uppá skjótálop. Tó so, er Atletico Madrid ikki eitt lið, sum alla tíðina liggur í verjustøðu, men sum dugir sera væl at loysa dystirnar á ymiskan hátt.

 

Til dystin í kvøld, sum verður leiktur á Bernabeu leikvøllinum í Madrid, sum altso er heimavøllurin hjá Real Madrid, er heimaliðið rímiliga greiður favorittur. Veddingarfyritøkurnar bjóða 1,75 ferðir aftur fyri ein heimasigur, meðan ein sigur til útiliðið gevur heili 5,5 ferðir pengarnar aftur.

 

Bæði liðini fáa eisini stilla upp í mestsum sterkastu uppstilling. Tó so, eru ávísir leikarar, ið sita uttanfyri, har mest navnframi saknurin fer at vera walisiski Gareth Bale, sum noyddist skaddur av vøllinum í dystinum móti Barcelona fyri viku síðani.

 

Dysturin millum Real Madrid og Atletico Madrid byrjar klokkan 19:45 í kvøld, og verður vístur á Tv3+, sum sæst á Televarpinum.