Finalistarnir vóru sannførandi

Árstalsfeløgini, sum hósdagin skulu spæla finalu í minnu steypakappingini, vunnu sínar heimadystir og eru nú einsamøll á fremstu plássunum

2. DEILD

B68 og B71 eru partar av minnu steypafinaluni ella finaluni um FSF steypið, sum hóskvøldið verður á ovara vølli í Gundadali. Kappingin er ætlað feløgum, sum ikki eru umboðað í bestu deildini, og tí kann ikki annað sigast enn, at tað eru favorittarnir, sum eru komnir í finaluna. Eftir áttanda umfarið í landskappingini er B68 oddalið, og B71 er næstfremst.
Hjá B68 var tað sjálvandi stórur skelkur, tá ið tað hóskvøldið gjørdist greitt, at venjarin hjá teimum, Julian Johnsson, hevur slitið krossbandið og tískil ikki verður førur fyri at spæla aftur í ár.
Leygardagin høvdu teir vitjan av FSVágum2004, sum higartil hevur staðið seg væl. Men tað var skjótt, at tað sást, at heimaliðið var væl betri fyri. Teir vunnu 3-1, og spælbýtið og býtið av málmøguleikum var soleiðis, at B68 kundi havt skorað tvífalt so nógv mál, sum teir gjørdu.
John Petersen hjálpti fyri fyrstu ferð til á Toftum, og tá ið ein stórur hálvur tími var farin, skoraði hann fyrsta málið. Fabricio legði innfyri úr vinstru, og John sendi umvegis stólpan bóltin í málið.
Átta minuttir seinni økti væl upplagdi B68 toppskjúttin Jóhan Petur Poulsen til 2-0. Úr høgru sneiddi hann tveir mótstøðumenn av sær, áðrenn Jóhan Petur, sum er ein av toppskjúttunum í deildini, sendi á málið aftanfyri Jóhan á Mýrini. Átta minuttir eftir steðgin stútaði miðverjin Ovi Magnussen eftir horna til 3-0.

B71 stórsigur
Sandoyingar arbeiða við at samanspæla nýtt lið, og úrslitini boða frá, at tað gongur væl. Eli Hentze plagar at hjálpa til. Tað gjørdi hann ikki hesa ferð, og tískil vóru tað bara spælarar úr nýggja B71 ættarliðnum saman við toppskjúttanum Clayton Soares, sum vunnu 8-0 á B36. Í steðginum var 4-0. B36 hevði tveir góðar málmøguleikar, og B71 hevði møguleikar at skjóta eini fimtan mál!
B36 tóktist í 1. hálvleiki ætla sær at leggja trýst á frammarlaga á vøllinum. Í øllum fýra førunum, tá ið B71 skoraði, tóku teir í sovornum støðum bóltin av mótstøðumonnunum og fóru í gamla kenda B71 stílinum í mótálop, har tað aftanfyri verjuna var gott pláss til sera skjótu álopsmenninar - Tummas Pauli Olsen, Clayton Soares og Símin Hansen. Teir skoraðu sjey av teimum átta málunum.
AB hevur í fleiri ár havt ætlanir um at gerast partur av bestu deildini. Tað fer ivaleyst eina ferð at eydnast, men í løtuni bendir lítið á, at teir fara at flyta upp í ár. Leygardagin megnaðu teir bara 2-2 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB, og tað var vónbrot fyri heimaliðið. Undan steðginum kom einki mál. Súni Fríði Barbá, sum er ein av toppskjúttunum í deildini, legði AB á odda miðskeiðis í 2. hálvleiki. Henrik Rubeksen, sum ikki fær pláss á besta HB liðnum, men sum ivaleyst hevði verið kærkomin á besta liðnum hjá so mongum øðrum, javnaði stutt eftir, og tá ið AB við sjálvmáli hevði givið HB leiðsluna, sá tað ikki væl út. Tað eydnaðist tó Jón Brekku at javna til 2-2, men eingin ivi var um, at talan var um AB vónbrot.
Fríggjakvøldið gjørdu Royn og Sumba burtur av sær í Hvalba. Royn legði bragdliga fyri, men nú hevur leingi gingið illa hjá teimum. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað teimum at fáa nakað. Royn hevði fleiri møguleikar í 1. hálvleiki, men teir fingu einki mál, og eftir steðgin var Sumba betri við. Eyðstein í Lágabø skoraði sigursmálið hjá Sumba, sum við sigrinum slapp av næstaftasta plássinum.
Hjá LÍF tóktist tað fyrr á árinum at síggja væl út, men í landskappingini hevur tað ofta gingið illa at skava stig saman. Tá ið teir næstbestu úr Gøtu vitjaðu, var tó eingin ivi. LÍF vann 4-1, og teir vóru væl betri enn GÍ, sum nú er á 10. og aftasta plássinum. Sølvi Vatnhamar og Andreas á Lava Olsen løgdu heimaliðið framum 2-0, men Bárður Heinason, sum áður hevur hjálpt til í Leirvík, minkaði um munin. Í 2. hálvleiki skoraðu Magnus Skoralíð og Petur Sjúrðarberg, sum báðir áður hava roynt seg í Gøtu.

AB-HB 2-2 (0-0)
1-0: Súni Fríði Barbá
1-1: Hendrik Rubeksen
1-2: sjálvmál
2-2: Jón Brekku

B71-B36 8-0 (4-0)
1-0: Tummas Pauli Olsen
2-0: Tummas Pauli Olsen
3-0: Clayton Soares
4-0: Tummas Pauli Olsen
5-0: Símin Hansen
6-0: Clayton Soares br
7-0: Clayton Soares
8-0: Gert Lydersen

B68-FSVágar2004 3-1 (2-0)
1-0: John Petersen
2-0: Jóhan Petur Poulsen
3-0: Ovi Magnussen
3-1: Kim Poulsen

LÍF-GÍ 4-1 (2-1)
1-0: Sølvi Vatnhamar
2-0: Andreas á Lava Olsen
2-1: Bárður Heinason
3-1: Petgur Sjúrðarberg
4-1: Magnus Skoralíð

Royn-Sumba 0-1 (0-0)
0-1: Eyðstein í Lágabø