Finalisturin verður funnin á Eiði

Í kvøld klokkan 20.30 skulu kvinnurnar hjá Drátti og Fleyr gera av, hvør teirra skal spæla steypafinalu móti SÍ

Flogbóltur

 

Neyðugt er við eini eyka hálvfinalu millum liðini, eftir at Fleyr vann finaluna í Mjølnir-kappingini. Dráttur hevði undan hesum vunnið Fleyr-kappingina, og tí stóð á jøvnum í dystinum um at vissa sær sæti í steypafinaluni.

Hitt plássið í finaluni eigur SÍ, sum var fremsta liðið, tá fyrsti triðingurin av landskappingini var lagdur aftur um bak.

Og alt bendir á ein spennandi dyst í kvøld. Í landskappingini hava liðini vunnu hvør sín dyst ímóti hvørjum øðrum.

Og so verður talan eisini um gott høvi hjá Eiðisfólki at síggja toppflogbólt í nýggju ítróttarhøllini. Ásetingarnar hjá FBF áseta, at ein møguligur eyka hálvfinaludystur skal spælast á uttanveltaðum vølli, og tí varð hildið skilagott at leggja hendan á Eiði, har flogbóltstraditiónirnar enn ikki eru so stórar, men har møguleikarnir eru sera stórir, nú Ítróttarhøll er komin til bygdina.