Verjandi meistararnir úr KÍF halda stílinum. Í dag gjørdist talan um tryggan sigur móti Neistanum, sum tó argaði eina góða løtu.
Fyri steðgin gekk sera javnt á, og munurin millum liðini var at kalla eingin.
Eftir steðgin prógvaðu gestirnir tó, hví teir eru ovasta liðið í deildini. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var munurin komin upp á fimm mál, og so var eingin ivi um, at stigini fóru við gestunum.