Finaluplássið er upp á spæl

Í kvøld fer at verða greitt, hvørji tey bæði liðini fara at verða, sum ólavsøkudag skulu spæla steypafinalu.

Í Streymnesi spæla EB/Streymur og AB. Úrslitið í fyrru hálvfinaluni var 1-1.

Í Norðragøtu spæla Víkingur og ÍF. Úrslitið í Fuglafirði var 1-0 til Víking. Málskjútti var Finnur Justinussen

Fyrsta bríkslið var í báðum støðum kl. 19. Líkindini at spæla hava onkuntíð verið betri, enn tey eru í kvøld. Tað er tjúkt í veðrinum, ælingarnir eru grovir, og í ælunum er fitt av vindi.

 

EB/Streymur-AB

Dómari: Dagfinn Olsen

EB/Streymur er á odda 1-0, nú hálvur tími er farin. Málskjútti var Bárður Olsen, sum beinanvegin sendi fríspark í málið aftanfyri Tórð Thomsen, sum í kvøld verjir AB málið.

Nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan framvegis 1-0 til EB/Streym, sum hevur havt fitta lotið undan.

Hálvleikur.

Eftir ein tíma javnaði AB til 1-1, og harvið var samantalt 2-2. Málskjútti var Rasmus Nielsen, sum sendi hornaspark beinleiðis í málið.

Í næsta EB/Streyma álopinum legði heimaliðið seg framum aftur. Eftir superbjarging av Tórði Thomsen og hornasparksinnlegg stútaði Brian Olsen til 2-1.

Møguleikar eru í báðum endum. Um tað eydnast AB at javna til 2-2, so verða tað argjamenn, sum vinna finaluplássið.

Næst við at fáa mál hevur AB verið, tá ið bólturin brast í tvørtræið aftanfyri Gunnar á Steig.

Stórt korter fyri leiklok hevur EB/Streymur økt um leiðsluna til 3-1. AB hevur í eina løtu spent álopsbogan, og tað hevur borið við sær, at tað hevur verið tunnligt í AB verjuni. Arnbjørn Hansen var blankur í høgru, tá ið hann fekk bóltin frá Bárði Olsen. Arnbjørn dró inn úr høgru og sendi við vinstra beinið bóltin upp í mótsatta hornið.

Fimm minuttir undan leikloki hevur EB/Streymur økt um leiðsluna til 4-1. Málskjútti var Sorin Anghel eftir fínt uppspæl frá Gudmundi Nielsen.

EB/Streymur: Gunnar á Steig - Bárður Olsen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Santos - Levi Hanssen, Pauli G. Hansen, Brian Olsen - Arnbjørn Hansen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Brian Olsen

AB: Tórður Thomsen - Tummas Justinussen, Tehe Aristide, Rói Danielsen, Alex Mellemgaard ? Kenneth Jacobsen, Evrard Blé, John Hansen, Jobin Drangastein, Rasmus Nielsen ? Nicolaj Eriksen

Gult kort:

 

Víkingur-ÍF

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi - Sverri Justinussen, Atli Gregersen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen - Andreas Lava Olsen (Símun Louis Jacobsen, 66.), Sam Jacobsen, Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus (Magnus Skoralíð, 75.)- Finnur Justinussen

ÍF. Andras Gango - Áki Petersen, Poul Ennigarð, Viggo Johannesen, Fritleif í Lambanum (Jan Ellingsgaard, 46.) - Dánjal á Lakjuni (Alexander Jovevic, 58.) Frank Poulsen, Høgni Zachariasen, Nenad Saric, Balacz Sinki - Andy Olsen

Eftir stóran hálvan tíma er støðan 1-0 til Víking. Málið stútaði Hans Jørgen Djurhuus, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Vongspælarin lyfti bóltin upp um Andras Gango, sum var eitt sindur uttarlaga staddur.

At Víkingur nú er samantalt á odda 2-0 ber við sær, at fuglfirðingar hava kent seg noyddar at flyta fólkið longri fram á vøllin, og tí er talan um rættuliga undirhaldandi grannauppgerð við spentum støðum í báðum endum.

Lítla løtu undan steðginum hevur Víkingur økt um leiðsluna til 2-0. Málskjútti var Finnur Justinussen, sum eitt sindur innanfyri brotssteigarmarkið sendi bóltin í málið. Støðan stóðst av miseydnaðari rangstøðufellu hjá fuglfirðingum.

Hálvleikur.

Lítið korter eftir hvíldina hevur Súni Olsen við fløtum skoti dygst inn við stólpanum økt um Víkingaleiðsluna, so hon nú er 3-0. Harvið tykist tað vera púra greitt, at Víkingur, sum samantalt er á odda 4-0, verður annað liðið í steypafinaluni.

Stórar tíggju minuttir fyri leiklok hevur innskifti Magnus Skoralíð sett bóltin í netið úr stuttari fjarstøðu, eftir at Finnur Justinussen hevði lagt innfyri úr høgru. 4-0 og samantalt 5-0!

Tíggju minuttir undan leikloki hevur Sølvi Vatnhamar økt um leiðsluna til 5-0. Aftur hesa ferð var tað Finnur Justinussen, sum átti uppleggið.